Leita á in.fo

Barbara Holm 07.08.2018 (14:12)

Benny fekk milliónirnar í dag

Hann vann Gekkamilliónirnar í fyrstu roynd farna fríggjakvøld, og fór sostatt avstað við methøga gekkinum á 3.4 milliónir krónur. Hjarta hoppar øvugtan veg segði vinnarin glaður í Gekkinum og segði seg vera heilt málleysan. 

 

Við Kringvarpið leygardagin segði Benny Nielsen, at tað kendist framvegis óveruligt, tí hann hevði ikki fingið pengarnar. Men nú hevur hann fingið pengarnar á bók. Um middagsleitið í dag vitjaði Benny Nielsen aftur í Kringvarpinum, har hann fekk handað gekkin frá Kára Sólstein, virkandi stjóra í Kringvarpinum. 

 

 

Og við in.fo sigur Kári Sólstein, at Benny Nielsen hevur fingið pengarnar á konto. Hesa myndina eigur Kringvarpið


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her