Berg Motors góðar 700.000 í avlopi

Hóast felagið misti Renault-umboðið í fjør, so hevur tað ikki nervað ársúrslitið

Hóast felagið mist Renault-umboðið í fjør, so hevur tað ikki nervað ársúrslitið

 

Bilasølan P/F Berg Motors í Havn hevði 719.000 krónur í avlopi á ársroknskapinum í fjør. Tað er tríggjar milliónir minni enn árið fyri, tá fyritøkan hevði 3,7 milliónir krónur í avlopi.

 

Bruttoúrslitið hjá felagnum var 17,7 milliónir krónur, sum er eitt sinur lakari enn árið fyri, tá tað var 19 milliónir krónur.

 

Rakstrarúrslitið var 805.000 krónur í mun til 4,6 milliónir krónur árið fyri.

 

Fíggjarnavnin er 82,8 milliónir og eginognin hjá felagnum er góðar 60 milliónir krónur.

 

Virksemi hjá Berg Motors fevnir um at reka bilsølu, verkstað og útleigan av bilum. Felagið umboðar bilmerkini: Suzuki, KlA, lsuzu og Subaru. lnnan lastbilar umboðar felagið Scania. Felagið umsitur eisini AVIS í Føroyum.

 

P/F Berg Motors misti í fjør umboðið fyri Renault, men tað hevur ikki havt tað stóru ávirkan á roknskapin fyri 2017, skrivar felagið í ársfrágreiðingini.

 

Hóast afturgongd í roknskapinum, so metir leiðslan hjá Berg Motors ársúrslitið at vera nøktandi. Tøki peningurin felagsins er í 2017 fallin við 2,356 milliónum krónum úr 9.954 til 7,598 milliónir krónur.

 

Felagið skrivar eisini í ársfrágreiðingini, at fyritøkan arbeiðir fram ímóti, at útlátið frá verkstaðinum skal vera so lítið sum møguligt.

 

– Tað líkur øll krøv og allar ásetingar, sum krevast fyri at reka bilverkstað. Verkstaður felagsins er útgjørdur við tí nýggjasta, sum rørir seg innan mekaniska og tøkniliga økinum í samband við nútímans bilar, skrivar felagið í ársfrágreiðingini. Og felagið skrivar víðari:

 

– Fyri felagið hevur tað týdning at veita kundum felagsins góða og skjóta tænastu inn øll øki. Fyri at røkka hesum hava starvsfólk felagsins møguleika at økja og menna sína vitan innan stítt starvsøki, bæði við innanhýsis og uttanhýsis skeiðum, eisini eru umboð fyri felagið regluliga á messum fyri síggja, hvat fyrigongur seg innan bilídnaðin. hetta verður gjørt fyri at hava starvsfólk, sum kunnu veita eina tænasta á høgum støði, skrivar felagið.

 

– Tað er torfort at meta um útlitini fyri komandi árini. Hóast felagið hevur mist umboðið fyri Renault, vætnar leiðslan, at sølan verður áleið tann sama í 2018, skrivar P/F Berg Motors í ársfrágreiðingini.

 

Johannes Berg er stjóri hjá P/F Berg Motors.

 

Í nevndini sita:

Dion Johannis Wardum, sum er nevndarformaður

Hiilvdan Dalsgard

Niels Carsten Ottosen

Asmund Joensen

Hjá P/F Berg Motors starvast 35 fólk, og tey fingu tilsamans 12.697.929 krónur í lønum í fjør.