Sæð við føroyskum landsliðsbrillum er gongdin í bestu írsku fótbóltdeildini í løtuni at harmast um.
23 ára gamli, Stefan Radosavljevic, ið mangan var føroysku ungdómslandsliðunum góður, og eisini hevur roynst A-landsliðnum góður á nøkrum sinnum fær næstan onga spælitíð við Sligo Rovers í bestu írsku fótbóltsdeildini.
Í vikuskiftinum tapti Sligo Rovers 0-3 fyri Shamrock Rovers á útivølli. Stefan sat á beinkinum allan dystin.
Í teimum fyrstu níggju dystunum hevur Stefan bert fingið millum níggju og 20 minuttir á vøllinum í fýra dystum. Í hinum dystunum hevur Stefan sitið á beinkinum. Talan er um samanlagt 74 minuttir av spælitíð í níggju dystum.
Og tá er gongdin hjá Sligo Rovers ikki meir enn tann næstbesta. Sligo er nummar seks í deildini við 12 stigum av 27 møguligum. Níggju stig eru upp til oddaliðið, Shelbourne.
Komandi fríggjakvøld klokkan 19.45 tekur Sligo móti gamla liðnum hjá Sonna Ragnari Nattestad, Dundalk á heimavølli.
Tað eru tó 24 umfør eftir at leika í bestu írsku deildini, og hartil koma dystir í steypakappingini, so tað fer vónandi at vera meir spælitíð til Stefan í næstum.