fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 10m/s

Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 09.08.2018 (18:01)

- Besta SF upplivilsi er hvørt ár

Summarfestivalurin í Klaksvík hevur í ár 15 ár á baki, og vit spyrja í hesum sambandi 15 fólk um teirra bestu SF upplivisi. Her er tað Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, sum svarar.  

"Tá ið man, sum eg, er fluttur úr heimbygdini fyri nógvum árum síðan, er ikki so lætt at hava regluligt samband við tínar vinir frá heimstaðnum. Fyri 13 árum síðani funnu vit útav einum sera góðum máta at halda sambandið, og tað var, at hvørt ár so hittast vit øll í Klaksvík til eitt vikuskifti saman, og tað er sjálvandi á summarfestivalinum !

 

Hesa siðvenju hava vit hildið øll árini, hóast ikki øll hava møtt hvørt ár, og henda siðvenja verður eisini hildin í ár. Eg gleði meg tí altíð til eitt serstakt upplivilsi á hvørjum ári á summarfestivalinum. Vinarlagið og felagsskapurin er í topp, ikki bert hjá okkum, men í allari Klaksvíkini. Vit hava haft nógv góð upplivilsir saman á SF, eitt er góða vinarlagið og eitt annað er tær mongu góðu tónleikaupplivingarnar.

 

Myndin vísir nøkur av okkum á SF fyri 6 árum síðani, vit eru til konsert í tjaldinum við Tinganest. Vágasound er jú eisini eitt, ið vit vinfólk hava til felags, og tað, at vit hava eitt persónligt samband til tónleikin, saman við nógvum góðum ungdómsminnum, ger tað ikki verri."


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her