Besti vinur menniskjans

Sagt verður, at hundurin er besti vinur menniskjans. Hetta skilja summi als ikki. Tey skilja ikki eingong, hví ein tímir at fáa sær hund. Tey hugsa bert um alt stríðið við at hava hann. Tey gloyma at hugsa um alt tað góða við at eiga hund.

 

Her eru fimm orsøkir til, at hundurin er besti vinur menniskjans:

 

Hundar hava langtíðarminni

Tað kann væl vera, at hundar ikki minnast, at tú hevur biðið teir farið av sofuni ella latið vera við at bíta í teppið fleiri ferðir. Hundar gloyma eisini skjótt, at tú hevur skeldað teir, ella av óvart stigið á halan hjá teimum. Hundar gloyma ongantíð, at tú ert eigarin, og hann følir seg altid tryggan hjá tær.

 

Altíð okkurt at koma heim til

Um tú ert hundaeigari, kemur tú ongantíð heim til eitt tómt og deytt hús. Hvørja ferð tú kemur heim, kemur onkur rennandi ímóti tær og letur við halanum. Ein hundur er altíð líka glaður fyri at síggja teg aftur, tá tú kemur heim, líka mikið, hvar tú hevur verið, og hvat tú hevur gjørt.

 

Ein hundur skal ganga fleiri túrar um dagin. Hetta fær eisini eigaran til at røra seg meira í gjøgnum dagin.

 

Hundurin lagar seg eftir tær

Hudurin lagar seg altíð eftir tær. Um tú ert í góðum hýri, verður hundurin eisini glaður. Um tú ikki ert í góðum hýri, er hundurin heldur ikki serliga glaður. Ein hundur merkir tað, tá tú ert glaður og tá tú ikki ert.

 

Hundar rigga eisini sum ein lítil dustsúgvari

Tað ljóðar ólekkurt, men tú kanst siga, at ein hundur riggar sum ein dustsúgvari. Hann etur alt tað, sum hann finnur á gólvinum, breyðmolar og annað. Um tú fært tær ein hund, verður tað ikki líka nógv at dustsúgva sum áður.