fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.9m/s

Leita á in.fo

Annika Kunoy Im 14.11.2017 (19:30)

Betesda bjóðar undirvísing á enskum

Í kvøld klokkan 20 bjóðar samkoman Betesda í Klaksvík Bíbliu undirvísing fyri kvinnur á enskum fyri fyrstu ferð. Undirvísingin er serliga ætlað útlendskum kvinnum, sum ikki skilja føroyskt.

 

 

Tað er enska Linda Hansen, sum skipar fyri og undirvísir. 

 

 

— Eg havi hugsað um hendan tørvin í eina tíð. Eg havi sæð fleiri útlendskar kvinnur til tey ensku møtini, sum hava verið í Betesda, men tær koma ikki aftur til tey føroysku møtini, sigur Linda Hansen, sum sjálv lærdi seg føroyskt, tá hon og maðurin Jørmundur Hansen búðu í Føroyum í eitt tíðarskeið miðskeiðis í áttatiárunum. 

 

 

Eftir tað tíðarskeiðið fluttu Linda og Jørmundur Hansen til Grønlands at virka sum trúboðarir, og í 2010 fluttu tey aftur til Føroya at búgva. 

 

 

— Tað kann verða einsligt at flyta til Føroyar og ikki skilja málið. Eg haldi, at tær kvinnurnar, ið ikki duga føroyskt, eisini skulu fáa møguleika til at koma til Bíbliutímar, og tí valdi eg at gera hetta tilboðið, sigur hon. 

 

 

— Tað manglar fleiri tilboð á enskum, tí tað eru fleiri sum ynskja koma til ymiskt, ið ikki skjilja føroyskt, leggur hon afturat. 

Um undirtøka er fyri so, so er ætlanin, at ensku bíbliutímarnir verða hvørt týskvøld, sigur hon. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her