Leita á in.fo

Ingilín D. Strøm 07.03.2019 (17:22)

Betri barsilsskipan fyri bæði foreldur

Týsdagin var eg við í kjakinum í samband við kvinnudagin 8. mars. Evnini vóru javnstøða, kynskvotering, barsil og abort. Í samband við barsil varð kjakast um, hvørt tað er eitt gott hugskot ella ikki at geva báðum foreldrum tíð heima við nýfødda barninum.

 

 

Skulu pápar tvingast heim at ansa børnum?

Hetta er ein spurningur, ið ofta stingur seg upp. Men hví tosa vit um tvingsil? Hví tosa vit ikki heldur um at geva báðum foreldrum somu møguleikar at vera saman við børnunum? Og ikki minni; børnunum møguleika at vera saman við báðum foreldrum? Fyri at velja øðrvísi, so skulu vit fyri tað fyrsta ganga ímóti tí, sum er vanligt. Tað er í sjálvum sær ein avbjóðing.

 

Harnæst vísir tað seg, at tað loysir seg ofta ikki peningaliga, at pápin er heima, tí hann hevur hægri inntøku og rakar loftið fyri barsilsútgjaldingini. So kundu vit støðga har, kanska snakka um at hækka loftið, ið er eitt gott hugskot. Ella vit kundu spurt: Hví hevur pápin so ofta ta hægru inntøkuna? Tað eru sjálvandi nógvar orsøkir, men heldur enn bara at góðtaka hetta sum eina fortreyt, er tað áhugavert at seta spurnartekin við hana, tí tingini hanga saman.

 

 

Lønargjógvin

Tilsamans forvinna menn næstan dupult so nógv sum kvinnur í Føroyum. Lønarmunurin millum kvinnur og menn stendst serliga av at størvini, ið kvinnur velja, verða minni lønt, at kvinnur eru meira við hús og at vit verða mammur.

 

Tað vísir seg, at hvørja ferð kvinnur fáa børn verður truplari at koma upp á, ella upp um, somu løn sum arbeiðsfelagar. Hetta er t.d. tí kvinnurnar í so stóran mun eru tær, ið taka barnsburðarfarloyvið, og tí ikki eru til arbeiðis í upp til eitt ár. Hetta rakar ikki í sama mun páparnar, ið eru skjótir aftur til arbeiðis, og sum oftast ikki eru eins tyngdir av húsligum arbeiði og umsorganarábyrgdini.

 

Hin trupulleikin snýr seg um starvsleið. Tey kvinnudomineraðu størvini, t.d. sjúkrarøktarfrøðingar, námsfrøðingar og onnur yrki innan heilsu-, barna- og eldra-øki eru verri lønt enn størvini, ið menn oftast velja. Harafturat vísir tað seg at vera ógvuliga trupult hjá nógvum at fáa fulla tíð innan nevndu yrkisleiðirnar, tí tey eru normerað sum parttíðarstørv. Partvís av hesi orsøk arbeiðir meir enn helvtin av øllum kvinnum niðursetta tíð, tí kanningar vísa at fimta hvør av hesum kvinnum fegin vil arbeiða meir. Sjálvandi skulu vit sleppa at vera heima við hús, men skal okkara kyn avgera hvørt vit gera tað ella ikki?

 

 

Onkustaðni skulu vit byrja

Lønarmunurin millum menn og kvinnur, millum mammur og pápar, hongur sostatt saman við barnsburðarskipanini. Í dag er barsilsfarloyvið 46 vikur, harav fýra vikur eru oyramerktar til pápan. Í dag er barsilsskipanin aftur til viðgerðar. Um uppskotið verður samtykt verður farloyvið í hesum valskeiðnum longt við tveimum vikum afturat, harav onnur vikan fer til pápan. Hetta er ein gongd leið.

 

Hvør ynskir eitt samfelag, har kynið skerjir tínar møguleikar, bæði sum maður og kvinna? Vit skulu hava eina barsilsskipan, sum tryggjar báðum foreldrum møguleika at fara í barsil og knýta seg til barn sítt, umframt at hava møguleika at velja yrki, arbeiðstíð og umstøður á jøvnum føti.

 

Verði eg vald á ting, fari eg at arbeiða fyri, at vit fáa eina betri og smidligari barsilsskipan, sum eggjar foreldrunum at deilast um uppgávuna.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her