Betri svarar BankNordik aftur

Fyri sløkum tveimum vikum síðani kunngjørdi BankNordik, at teir lækkaðu sethúsarenturnar hjá sær niður í 2,95 prosent og nú svarar Betri aftur.

 

Betri banki skrivar í tíðindaskrivið í dag, at sethúsarenta bankans lækkar úr 3,1 prosentum niður í 2,95 prosent fyri sethúsalán við 1. veðrætti. Rentan á billánum bleiv fyrr í ár lækkað niður í 3,25 prosent.

 

- Góða gongdin hjá bankanum og útlitini fyri einum framhaldandi lágum altjóða rentustøði gevur okkum nú høvi at lækka renturnar til føroyska húsarhaldið enn meira, og tað fegnast vit um, sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri banka.