Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 24.09.2017 (08:31)

Bíða nú fyri at vita um menninir melda

Tað var rættiliga nógv fólk í býnum í nátt kring landið, men sum heild hevur tað verið friðarligt, sigur løgreglan.

 

Í Havnini vóru eisini nógv løgreglufólk í býnum at halda lóg og landaskil. Endamálið við tí er at hava eina sissandi ávirkan á fólk og at kunna leggja skjótt upp í, at vandi er fyri harðskapi.

 

Og í einum føri var tað akkurát tað, sum hendi. Løgreglan sigur, at nakrir føroyingar og nakrir útlendingar komu til ilnar uttanfyri eitt skeinkistað í Havn beint eftir steingingartíð. Tað var vandi fyri bardaga, men løgreglan fekk lagt upp ímillum og fekk sissa partarnar, áðrenn nakað hendi.

 

Í tveimum førum vóru menn eisini fyri harðskapi, men løgreglan bíðar nú at vita um teir melda ella ikki. Gera teir ikki tað, verða málini slept, men melda teir, verða tey tikin upp. Løgreglan sigur, at tá ið fólk hava sovið upp á eina slíka hending, er tað ógvuliga ymiskt, hvørja støðu, tey hava.

 

Í tí eina førinum var ein maður fyri harðskapi í Havn og hann mátti á skaðastovuna til viðgerar. Løgreglan sigur, at tað vóru minst ein, helst tveir gerningsmenn, men teir høvdu tikið til rýmingar, tá ið løgreglan kom á staðið, so tey vita ikki, hvørjir teir eru. Men tey siga, at verður málið tikið upp, hava tey nakrar upplýsingar at arbeiða víðari við.

 

Eisini í Suðuroy var ein maður fyri harðskapi eftir at hann var komin til ilnar við ein annan mann, men eisini í hesum føri verður bíðað eftir um maðurin meldar, ella ikki.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her