fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 13m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 12.03.2018 (20:51)

Bíðar eftir ákæruritinum

42 ára gamli føroyingurin, sum er skuldsettur í einum máli um barnamisnýtslu í Danmark, bíðar nú eftir ákæruritinum.

 

Danska løgreglan upplýsir fyri Miðlahúsinum, at varðhaldsfongslingin hjá manninum er longd til 21. mars.

 

Maðurin er skuldsettur fyri at hava eggjað eini javnaldrandi kvinnu at gera seg inn á son sín kynsliga. Rættarmálið móti kvinnuni var hósdagin í síðstu viku. Hon játtaði seg seka í at hava gjørt seg inn á sonin og at hava sent føroyinginum myndir av áganginum. Hon bleiv dømd trý ár og níggju mánaðir fongsulsrevsing.

 

Les eisini Skal í fongsul í næstan fýra ár fyri kynslingan ágang móti soninum

 

Løgreglan segði tá, at hon eftir rættarmálið hjá kvinnuni skuldi taka støðu til, hvussu ákæran móti manninum skuldi ljóða.

 

Nordsjælland Politi sigur í dag við Miðlahúsið, at løgreglan hevur latið ákæruvaldinum málið og at væntandi verður ákæra reist móti manninum innan tvær vikur.

 

Maðurin bleiv handtikin í Kastrup í oktobur í fjør og hevur sitið varðhaldsfongslaður síðani.

 

Tað var sosiali miðilin LinkedIn, sum varnaðist myndirnar, sum kvinnan sendi manninum og sum síðani meldaði málið til løgregluna.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her