fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.9m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 13.11.2017 (23:40)

Biðja føroyskar sjúklingar um hjálp

 

Nú skal tað kannast, hvussu føroyingar, sum hava verið sendir til servigerð á  sjúkrahúsum uttanlands, hava upplivað tað.

 

Hvørt ár verða einir 1500 føroyingar sendir uttanlands at fáa læknaviðgerð og hvørt ár brúkar føroyska samfelagið einar 170 milliónir krónur upp á hesar viðgerðirnar. Og talið fer bara at veksa so hvørt fólkatalið veksur og miðalaldurin hækkar.

 

Men hóast talan er um eitt stórt tal av sjúklingum, vita vit í roynd og veru lítið og einki um, hvussu sjúklingar uppliva tað at verða sendir á eitt sjúkrahús uttanlands til viðgerð.

 

Tí verður nú farið undir eina granskingarætlan fyri at fáa greiði á, hvussu sjúklingar úr Føroyum uppliva tað at verða sendur uttanlands til viðgerar.

 

Kanningin verður gjørd á tann hátt, at sjúklingar skulu svara einum spurnarblaði, har sjúklingurin er dulnevndur.

 

 

Spurnarblaðið er at finna her  survey.ruc.dk/LinkCollector

 

 

Tað er eisini at finna á heimasíðuni, gransking.fo, umframt á Facebooksíðunum hjá Krabbameinsfelagnum, Landssjúkrahúsinum og Sjúklingahotellinum Tórshavn.

 

Sjúkrakassagrunnurin hevur stuðlað verkætlanini, men annars er hon eitt samstarv ímillum Krabbameinsfelagið og ein arbeiðsbólk av lesandi a Roskilde Universitet.

 

Men hóast Krabbameinsfelagið samstarvar um kanningina, leggur Fríði í Geil Jensen, verkætlanarleiðari, dent á, at hon fevnir um allar sjúklingar, sum hava verið uttanlands til viðgerar fyri eina likamliga sjúku, ikki bara sjúklingar ið krabbameini

 

Fríði í Geil Jensen sigur, at hetta er eitt øki sum er lítið og einki granskað. Men hinvegin er hetta avgerandi vitan, skulu vit kunna menna eina góða sjúklingagongd.

 

Í kanningini verður dentur lagdur á at fáa greiði á ymsum iðurskiftum, eitt nú, hvørja fatan, sjúklingurin hevur av viðurskiftunum á sjúkrahúsinum uttanlands, hvørja fatan teir hava av heilsustarvsfólki, og hvussu teir uppliva at vera í eini aðrari mentan, har tey ikki tosa føroyskt.

 

– Aðalmálið er at lata sjúklingin koma til orðanna og lýsa sínar upplivingar, tí í hesum sambandi er tað sjúklingurin sum er serfrøðingurin, sigur verkætlanarleiðarin.

 

Í hesum sambandi hava sjúklingarnir eina heilt serliga vitan um, hvussu tað er at verða sjúklingur á einum sjúkrahúsi uttanands, og kanningin kann verða grundarlagið hjá myndugleikunum í strembanini sum alla tíðina er eftir at bøta um viðurskiftini.

 

– Tað er bara sjúklingurin sjálvur, sum kann lýsa, hvat riggaði væl og hvat ikki riggaði, sigur Fríði í Geil Jensen. Hann sigur at til ber at svara spurnarblaðnum til 23. november.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her