Bilar koma ov seint til Smyril

Strandferðslan heitir á bilar um at møta í góðari tíð

Strandfaraskip Landsins hava verið fyri atfinningum, tí tey taka farm fram um persónbilar umborð á Smyrli.

Sum dømi hevur verið nevnt, at bilar stóðu eftir í Havn fríggjadagin kl 13.00, tí pláss var ikki fyri teimum umborð. Uppskot hevur frammi um, at bilar skulu takast fram um farm ávísar túrar.

Strandferðslan vísir á, at ein orsøk til, at bilar standa eftir, er, at teir møta ov seint.

- Reglan viðvíkjandi persónbilum er, at teir skulu møta í minsta lagi 15 minuttir áðrenn fráferð. Hetta er fráboðað á heimasíðuni hjá Strandferðsluni. Hendan reglan er ásett, so manningin kann disponera rætt á dekkinum viðvíkjandi farmi og persónbilum.

Hetta var ikki møguligt fríggjadagin, tí fleiri av bilunum, sum komu á kaiina til nevnda túr, komu ov seint. Farmurin var tá farin umborð.Vóru allir bilførararnir møttir til tíðina, hevði farmur, sum ikki var bráðneyðugur, bíðað til seinna túrin fríggjadagin ella til dagin eftir, sigur Strandferðslan, sum heitir á bilførarar at verða á kaini minst eitt korter fyri fráferðina.