Bilasølan veksur framvegis

Fyrsta mánaðin í ár vóru seld til saman 180 nýggj akfør. Tað eru níggju fleiri enn sama mánaðin í fjør, tá tað vóru seld 171 nýggj akfør.

 

Samlaði innflutningurin av akførum vaks fyrsta mánaðin við 5,26 prosentum í mun til sama mánað í fjør.

 

Sum vanligt er, so er nógv tann størsti parturin av nýggjum akførum persónbilarnir. Í januarmánaði vóru skrásettir 130 nýggir bilar í mun til 126 sama mánað í fjør.

 

Í dag eru tilsamans 37.333 akfør skrástt í Føroyum.