Bilførarar høvdu leskað sær á alljósum degi

- Blóðroynd er tikin, sum verður avgerandi fyri revsingina, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga gjáramorgunin.

Seinnapartin fríggjadagin var løgreglan á ferð í Eysturoy.

 

Her vórðu nakrir bilførarar vórðu steðgaðir og kannaðir fyri møguliga rúsdrekkakoyring.

 

Hóast hetta var á alljósum degi, høvdu tveir bilførarar eftir øllum at døma leskað sær við rúsdrekka.

 

Vaktleiðarin visti gjáramorgunin at siga, at tá bilførararnir vórðu bidnir at blása í alkometrið, sló tað út.

 

Teir eru nú skuldsettir fyri at hava koyrt ávirkaðir.

 

- Blóðroynd er eisini tikin, sum verður avgerandi fyri revsingina, visti vaktleiðarin at siga gjáramorgunin.