Leita á in.fo

hesa myndina hevur ein lesari á GLyvrum sent okkum og soleiðis sær út har beint nú

Áki Bertholdsen 07.12.2017 (09:49)

Bilførarar taka ávaringarnar í álvara

Ódnin, sum bretar hava nevnt Caroline, og sum herjaði á Føroyar tíðliga í morgun, fer at ávirka samferðsluna kring landið í nakrar tímar afturat.

 

Tað væntar Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki. Hann sigur, at tað verður neyvan fyrrenn seinnapartin, at hann fer at linka vindin nakað, tó at tað framvegis fer at vera strangt nógvastaðni.

 

Men annars eru av ringastu líkindum, mest tí at tað er so nógvur vindur, men tað er eisini jarðrok í fjøllunum tá ið ælini ganga.

 

Vegurin um Gjáarskarð og til Oyndafjarðar eru framvegis stongdir og í Sundalagnum er kolandi harðar hvirlur, og har er so strangt, at lyktapelar hjá SEV eru farnir

 

Á Fámjinsvegnum er hann yvir 40 metrar um sekundið

 

Árni Jacobsen sigur, at tey hava ikki beinleiðis mælt frá at koyra, men hann mælir kortini til, at fólk ikki fara at koyra, uttan at tað er alneyðugt.

 

Og hann sigur, at yvirhøvur hava fólk tikið ávaringina til sín, tí tað eru ógvuliga fáir bilar at síggja ímillum bygdir í dag.

 

Hóast vit ikki hava stongt fleiri vegir, eiga fólk at brúka vit og skil, leggur hann afturat.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her