Bíligari fjarhitaprísir

Fyri at stimbra undir, at húski gera íløgur í varandi orkukeldur verður arbeitt við eini avsláttarskipan í el-prísinum til tey, ið gera íløgur í ymiskar hitapumpuskipanir. Endamálið er at fáa sum flest at fara frá oljufýringum til varandi orkukeldur. Ein gongd leið - hugsa tey flestu. Ein minking í larmandi oljufýringum, dálkandi skorsteinum og lekandi oljutangum – og samstundis ein minking í CO2-útlátinum.

 

Men ein bólkur er fyri vanbýti. Góðir 1050 brúkarar eru í fjarhitaskipanini í Tórshavnar kommunu. Hesir hava einki frælsi og einki val, tá talan er um orkuloysnir til upphiting. Fjarhitaskipanin er tvungin. Fjarhitaskipanin í sær sjálvum er frálík og ein sólskinssøga. Skipanin er akkurát líka grøn, sum hitapumpuskipanir – í veruleikanum grønari so leingi el-framleiðslan í stóran mun kemur frá oljubrenning á Sundi. Vit kunnu rokna við ruskbrenning tey komandi 20 til 30 árini – og tí er tað skilagott at brúka hita frá ruskbrenning at hita hús upp við.

 

Tí er tað avgerandi, at hesir brúkarar eisini verða íroknaðir sum brúkarar av varandi orkukeldum í eini framtíðar avsláttarskipan á el-økinum. Ella at fjarhitaprísurin ikki verður so høgur, at tað er freistandi hjá fjarhitabrúkarum at gera íløgur í aðrar grønar skipanir enn fjarhitaskipanina. Sum er, er ov lítil munur á prísinum.

 

Tað skal ikki verða freistandi at hugsa um aðrar loysnir enn fjarhita tá ein býr í einum fjarhitaøki har orkukeldan er ruskbrenning. Og ruskbrenningin er høvuðskeldan í fjarhitaskipanini – avlopshiti frá SEV á Sundi er bert ein brøkpartur.

 

Tórshavnar kommuna hevur ein stóran leiklut í prísásetingini hjá SEV, tí Tórshavnar kommuna er størsti eigarin í SEV. Tórshavnar kommuna eigur Fjarhitafelagið saman við SEV – her situr Tórshavnar kommuna eisini við maktini.

 

Eg fari at stríðast fyri, at fjarhitaprísirnir altíð skulu liggja greitt niðanfyri aðrar prísir til upphiting av bygningum.

 

Jóannes Guttesen, valevni á lista E.