fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 14.7m/s

Leita á in.fo

Sólborg Dulavík 01.07.2017 (17:04)

Bill tekur stóran til

Í Sosialinum tann 7. juni er ein samrøða við Bill Justinussen um samkynd hjúnalag.

 

Bill tekur stóran til og sigur: Hettar er stórsti ósigurin hjá Føroya fólki nakrantíð og leggur afturat at seinasta orðið  er ikki sagt enn.

 

Eg kenni meg sum ein av teimum hann nevnir Føroya fólk, og eg eri skelkað av hesi útsøgn, og enn minni samd við Bill. Eg dugi ikki at síggja at eg missi nakað sum helst, nú tey samkyntu langt um leingi hava fingið  lógligan rætt at giftast. 

 

Víðari í samrøðuni  spáar Bill um líkt og ólíkt sum kemur í kjalarvørrin av hesi avgerð – hvørt ljóðari enn annað. Tað skal standa fyri hansara egnu rokning.

 

Ein ungur maður var spurdur hví hann var samdur við tey samkyndu og svaraði hann : eg unni teimum somu rættindi sum eg havi fingið.

 

Betri kann tað ikki  sigast. 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her