Bill tryggjaði sær fyrsta stigið

1. DEILD: Bæði málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki, tá ið FC Hoyvík og teir næstbestu hjá HB spældu javnt

Fyrsti dysturin í sætta umfari í næstbestu deildini var grannauppgerðin millum FC Hoyvík og teir næstbestu hjá HB.

 

Undan hesum umfarinum hevði FC Hoyvík í fimm dystum drigið svart. Men ímóti HB eydnaðist tað loksins hjá Bill Jacobsen, sum er nýggjur venjari, og hansara monnum at vinna fyrsta stigið.

 

Úrslitið var 1-1, og bæði málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki.

 

FC Hoyvík málskjútti í áttanda minutti var 17 ára gamli Heðin Olsen, sum fyri fyrstu ferð var málskjútti í 1. deild. Uppleggið átti Sigurð J. Rasmussen.

 

HB javnaði lítla løtu undan steðginum. Baldur G. Niclasen var málskjútti, sum eisini var málskjútti, tá ið grannauppgerðin ímóti B36 endaði 1-1.

 

Tríggir dystir í fyrstu deild vera í morgin.

 

 

 

Hóskvøldið

 

FC Hoyvík – HB 1-1 (1-1)

 

1-0: Heðin Olsen 8.

 

1-1: Baldur G. Niclasen 44.

 

 

 

Fríggjakvøldið

 

Víkingur – KÍ 1-2 (0-2)

 

0-1: Óli Eyðsteinsson Poulsen 4.

 

0-2: Kristian Svabo Eliasen 34.

 

1-2: Bjørn Bakk Bjarkhamar 87.

 

 

 

Leygardagin

 

NSÍ – TB: Rani A. Skaalum kl. 16.00

 

AB – B36: Høgni Madsen kl. 15.00

 

FC Suðuroy – B71: Árni Brandsson Petersen kl. 13.00