Billboard tilnevnir Lukas Graham

Danski bólkurin Lukas Graham er nú tilnevndur til enn ein stóran amerikanskan tónleikaheiður.

Lukas Graham er í uppskoti sum besta nýggja navn á Billboard Music Award 2017.

Billboard stendur fyri almennu amerikansku hitlistunum, har Lukas Graham seinnu árini hevur havt bæði sangir og útgávu á listunum.

Umframt Lukas Graham eru eisini Alessia Cara, Desiigner, Lil Uzi Vert og Zayn í uppskoti til heiðurin.


Lukas Graham hevur í ár verið tilnevndur til MTV European Music Awards, BBC Music Awards og Grammy Awards.

Billboard Music Awards verður hildið í Las Vegas tann 21. mai.