Billy Graham farin

Heimskendi prædikumaðurin Billy Graham andaðist, 99 ára gamal.

Amerikanski prædikumaðurin verður mettur at vera ein hin størsti prædikumaðurin í nýggjari tíð.

 

Hann byrjaði sítt virki í 1947. Mett verður, at hann hevur boðað gleðiboðskapinum um Jesus fyri meiri enn 215 milliónum menniskjum í 185 ymiskum londum. Harumframt hava hundraðtals aðrar milliónir hoyrt hann tala í útvarpi og sjónvarpi.

 

Í síni livitíð var hann eisini andaligur ráðgevi hjá fleiri amerikanskum forsetum, so sum Dwight Eisenhower, Richard Nixon og Barack Obama.

 

Sjálvur gavst hann at ferðast runt og prædika í 2005, men sonurin Franklin Graham, sum eisini vitjaði í Føroyum í 2015, hevur hildið á við virkseminum.