fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 11m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 19.06.2017 (08:15)

Bilur koyrt á eina mannamúgvu í London

 Beint eftir midnátt koyrdi ein vøruvognur í eina mannamúgvu í Finsbury Park í norðara parti í London.

 

Miðlarnir skriva, at ein maður er deyður og at 10 fólk hava fingið skaða og av teimum eru átta farin á sjúkrahús.

 

Í Finsbury Park er ein stór, muslimsk meinigheit, og hendingin fór fram uttan fyri eina mosku og fólk vóru akkurát á veg úr moskuni eftir kvøldarbønina, tá ið bilurin pløggdi seg ígjøgnum mannamúgvuna.

 

Maðurin, sum koyrdi bilin, er 48 ára gamal og eygnavitni hava sagt fyri BBC, at bilførarin royndi at beina fyri so nógvum muslimum, sum hann kundi. Fólk á staðnum tóku mannin. Hann gjørdi harðamótstøðu, men tey fingu hildið honum, til løgreglan kom eftir honum. Tá ið hann varð handtikin hoyrdu fólk hann siga, at nú hevði hann gjørt sítt. Men annars verður onki sagt um, hvør hann er.

 

Teresa May, forsætisráðharri, sigur, at málið verður viðgjørt sum um at talan kann hava verið um yvirgang og at talan kann hava verið um eina hevndaratsókn fyri yvirgangin í Onglandi hesa seinastu tíðina. Hinvegin vil løgreglan ikki kalla tað eina yvirgangsatsókn enn, tó at illgruni er um tað.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her