fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 13°C

Vindur 12.4m/s

Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 18.05.2017 (17:36)

Bilur koyrt á fólk í New York

Tíðindastovan Ritzau visti fyri stuttum at siga, at ein bilur hevur koyrt á fleiri fólk, ið vóru til gongu, á Time Squara í New York.

 

 

Tað sigst, at 10 fólk hava fingið skaða, og fáa læknahjálp.

 

 

Enn er ikki greitt, hvat orsøkin er til hendingina, men eftir fleiri yvirgangsatsóknir kring heimin, har bilar hava koyrt á  fólk, eru fleiri gitingar.

 

 

Danska TV2 veit at siga, at óváttað tíðindi vilja vera við, at ein peronur er deyður eftir hendingina. Eisini sigst, at ein eldri maður koyrdi bilin, ið koyrdi á fólkini, men hetta eru óváttað tíðindi.