Eingin fekk skaða, tá ein bilur fór út av vegnum í hálkunum norðan fyri Kollfjarðatunnilin í morgun.
Av politistøðini í Havn frættist, at ferðin helst hevur verið ov nógv í hálkuni.
Landsverk boðaði í morgun frá nógvari hálku. Serliga tyktist tað verða hált summastaðni í eystara og vestara parti av landinum.