Bilverkstaðið kolaðist upp

Um tveytíðina í nátt var boðað frá eldi í einum bilverkstaðið í Sandavági, og talan var um rættiliga stóran elda. Verkstaðið kolaðist upp.

 

– Vit fingu fráboðanina klokkan 02:01 og sendu boð eftir sløkkiliðinum í Sandavági, á Flogvøllinum og í Kvívík, segði Kristina Christiansen við útvarpið í morgun.

Hon segði eisini, at tað var ikki fyrr enn klokkan 3:54, at boðað frá, at eldurin var sløktur. Tá var verkstaðið brunnið í grund.

 

Veðrið var gott, og tí var ikki vandi fyri, at eldurin breiddi seg.

 

Enn er ikki greitt, hví eldur kom í verkstaðið.

 

Jákup Sune Lauritsen hevur tikið video av eldinum.