Bindifestivalur er eisini í Ribarhúsi í Fuglafirði

Hugnaliga Ribarhús er aftur í ár karmur um nógv ymiskt og spennandi hetta vikuskiftið, nú Bindifestivalur er í býnum.

Tíðindaskriv

 

– Her er sera hugnaligt hjá fólki at støkka inn á gólvið – og nógvir krókar, har man kann sita og binda og práta.

 

Húsið er sum ein ’mini’ sølumiðstøð hesar dagarnar, har eini 13 ymisk – einstaklingar, fyritøkur og handlar – hava ”Støkk upp” sølustøð runt umkring í húsinum.

 

Okkara hugfarsligi Piddasahandil er opin, og í Gallarínum hongur ein flott framsýning við áseymaðum myndum, sum Anni Haraldsen so meistarliga hevur seymað.

 

Har er eisini ein pallur til sang, spæl og framløgur av ymiskum slag. Og báðar dagarnar eru fleiri, bæði kór og einstaklingar, sum fara at syngja og spæla, og onnur, sum koma at hava framløgur um mangt og hvat.

 

Lúkukaffi er opið, so tað er lagamanni at sita í gallarínum millum fantastiskar myndir og njóta gott kaffi saman við tí, sum gongur fyri seg á pallinum.

 

Ókeypis atgongd, og ØLL eru hjartaliga vælkomin – meir info á ribarhus.fo og á FB.