Leita á in.fo

Barbara Holm 15.05.2018 (15:08)

Bindiklubbakonurnar: - Vit hava tað stuttligt saman

- Vit eru altíð í góðum lag og tað er so stuttligt at vera saman, sigur Jensina av Húsabrúgv, ein av bindiklubbakonunum, sum endaði í donsku miðlunum.


Tær tóku ein danskan útvarpsvert av bóli, tá ið tær trivu í sang og føroyskan dans umborð á einum donskum toki. Útvarpsverturin var so mikið ovfarin, at hann brúkti eina góða løtu at práta um upplivingina í tokinum í sending, sum kann síggjast við at trýsta á pílin á myndini.



Jensina av Húsabrúgv á Argjum er ein av bindiklubbakonunum. Í alt eru tær 14-16 kvinnur, og tað sermerkta er, at tær eru allar systrar og systkinabørn.



- Omma okkara átti 36 ommubørn, greiðir Jensina frá. Tær eru allar sostatt eftirkomarar hjá Rasmusi og Magninu Olsen í Streymnesi.



Tær hava havt bindiklubba saman í nøkur ár. Fýra teirra búgva á Argjum, meðan hinar búgva norðanfyri – í Streymnesi, Hvalvík og Kollafirði. Um vikuskiftið vóru tær farnar ein vikuskiftistúr til Danmarkar. Tær høvdu savnað sær pening til túrin og nú skuldi tað vera.



- Vit høvdu verið og vitjað dóttir eitt systkinabarn okkara. Lagið var gott ja, men tað er tað altíð, tá vit eru saman, greiðir Jensina av Húsabrúgv frá. Tað var als ikki tilvitað, at tær endaðu í donsku miðlunum.



- Vit sótu og prátaðu og sungu, sum vit onkuntíð gera. Vit vistu ikki, at ein journalistur var á tokinum. Men vit løgdu heldur einki í tað, tí hann spurdi pent aftaná, um hann kundi brúka upptøkurnar, sigur Jensina av Húsabrúgv sum viðgongur, at tær eru also rættiliga festligar, tá ið tær eru saman.



- Also føroyskur dansur er ikki við til hvønn bindiklubb, men kanska tá tað er okkurt serligt, sigur Jensina av Húsabrúgv, sum saman við systrum og systkinabørnunum hittist til bindiklubb ein ferð um mánaðin.




Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her