Birgar snarar nú lykilin um á Býarsavnium

Eingir pengar eru eftir, og tá myndugleikarnir heldur ikki geva tí gætur, steingir Býarsavnið 1. mars

 

– Eg sá fyri mær at hetta skuldi blíva byrjanin til tað heilt stóra, men ístaðin er tað farið at ríða mær ein marra.

 

Soleiðis sigur Birgar Johannessen, sum sjálvur hevur tikið stig til og rekur Býarsavnið í Havn, við Sosialin í dag.

 

Men nú gevst hann, og frá 1. mars at rokna er Býarsavnið søga.

 

Trupuleikin er, at savnið manglar pengar til rakstur. Løn vil Birgar ikki hava, hetta er eitt arbeiði, sum hann fegin tekur á seg sjálvboðin.

 

Birgar Johannesen hevði hugsað sær, at niðurpakkaða savnið hjá Tórshavnar Býarsavni og tann niðurpakkaði parturin hjá Fornminnissavninum, saman við Býarsavninum kundi fingið pláss á æðru hædd í gamla BankNordik bygninginum í N. Finsensgøtu, sum Tórshavnar kommuna nú eigur.

 

– Tað hevði givið søvnunum bestu umstøður. Hetta hugskotið havi eg havt frammi í bløðunum, í útvarpinum o.a., men tíanverri hevur ongin mynduleiki givið tí gætur. Sum eg havi skilt tað, skal hæddin brúkast til teknistovu hjá Tórshavnar Kommunu, sigur Birgar Johannesen.

 

Hesa tíðina, savnið hevur verið opið, hevur tað verið væl vitjað.

 

– Serliga eru tað skúlarnir sum hava víst áhuga, og hava børnini fingið væl burturúr, tá tey serliga skoða modellið av Tinganesi og av Reyni, har eg havi greitt teimum frá, nær húsini eru bygd, hvat tey hava verið brúkt til o.s.fr.

 

– Heilt nógv eldri fólk frá eldrasambýlum hava eisini verið og vitjað, og hevur tað verið áhugavert at hoyra tey minnast á gamlar dagar, sigur hann.

 

Men nú verður savnið søga, um ikki býráðið í Havn ella onkur annan tekur um endan og tryggjar savninum fíggjarliga grundarlagið.

 

Tað snýr seg um einar 12 - 15.000 krónur um mánaðin.

 

 

Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Birgar Johannessen á Rás2. Niðanfyri síggjast fleiri myndir frá Býarsavninum.