Birgir missir 66.000 krónur um mánaðin

Tað er ein stórur fíggjarligur smeitur hjá Birgiri Nielsen at leggja frá sær sum nevndarformaður í P/F Betri og sum næstformaður í P/F Betri Banka

Tað er ein stórur fíggjarligur smeitur hjá Birgiri Nielsen at leggja frá sær sum nevndarformaður í P/F Betri og sum næstformaður í P/F Betri Banka. Tað kostar honum í beinleiðis mistari inntøku 65.817 krónur um mánaðin.

 

Birgir Nielsen gjørdist nevndarformaður í Betri P/F í apríl í fjør. Fyri ta tíð var hann nevndarlimur í P/F Betri. Hann var nú eisini næstformaður í nevndini fyri P/F Betri Banka. Tað er fyri hesar báðar nevndarsessir, at Birgir Nielsen til í gjár hevur verið samsýntur við sløkum 70.000 krónum um mánaðin.

 

Stríðið, sum elvdi til, at Birgir Nielsen nú mátti leggja frá sær, eru um 100.000 krónur, sum Birgir Nielsen gjøgnum ráðgevingarfelag sítt Nira, skal hava fingið. Hann er lagdur undir at hava fingið pengarnar fyri sølu av bygninginum, men sigur sjálvur, at hann hevur fingið tað sum endurgjald fyri leigu av bygninginum.

 

Málið um hendan bygningin á Kirkjustræti í Hoyvík hevur eisini kostað P/F Betri ein mistan leigusáttmála við Tórshavnar kommunu. Felagið, sum nú eigur bygningin á Kirkjustræti í Hoyvík hevur gjørt leigusáttmála við Tórshavnar kommunu, sum er verdur 27 milliónir krónur. Tórshavnar kommuna var í samráðingum við Betri um at leiga bygningin hjá Betri á Hálsi, sum Brunatrygging í síðari tíð var í.

 

Sp/F Nira hjá Birgir Nielsen er ein ráðgevingarfyritøka, sum sambært heimasíðuni veitir persónum og fyritøkum ráðgeving og tænastur innan keyp og sølu av fyritøkum, vinnuráðgeving og útleigan av hølum. Áðrenn Birgir Nielsen gjørdist nevndarlimur í Betri samtakinum, segði fyritøkan seg vera einaráðgevingarfyritøku, »sum bjóðar óhefta ráðgeving innan keyp og sølu av fyritøkum og vinnuognum, umframt aðra vinnuráðgeving«.

 

Sum nevndarlimur í Betri samtakinum kanst tú ikki kappast við Betri ella nakað av dótturfeløgunum hjá Betri. Tað eru hesar skuldsetingar, sum Birgir Nielsen sigur, hann ikki vil hava skulu geva Betri samtakinum negativa umtalu, tí hevur hann valt at leggja frá sær.

 

Sambært roknskapunum hjá P/F Betri og P/F Betri Banka merkir tað, at Birgir Nielsen frá í dag at rokna missir slakar 70.000 krónur í løn um mánaðin.