fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.4m/s

Leita á in.fo

Eyðun Klakstein 21.08.2017 (14:45)

Birnu-málið: Hetta sigur tann ákærdi

Í dag heldur rættarmáli ímóti einum 30 ára gomlu manni, sum er ákærdur fyri at hava dripið 20 ára gomlu Birnu Brjánsdóttir í Íslandi, fram. Tann ákærdi, sum sigldi við grønlendska trolaranum Polar Nanoq, har eisini fleiri føroyingar eru við, hevur alla tíðina noktað seg sekan í drápinum.

Nú hevur almenningurin fyri fyrstu ferð hoyrt hansara frágreiðing um tilburðin, tí ákærdi varð í morgun avhoyrdur í rættinum, og sambært Morgunblaðnum noktaði hann fyri at kenna nakað til drápið.

Maðurin greiddi sambært Morgunblaðnum frá, at hann hevði verið í býnum hetta kvøldið, tá ið Birna Brjánsdóttir hvarv. Hann og ein annar av manningini á Polar Nanoq høvdu verið biltúr í Reykjavík, og ein genta setti seg inn í bilin hjá teimum.

Tey høvdu koyrt ein túr í Reykjavík, tá ið hin maðurin vildi vera einsamallur saman við kvinnuni. Tann ákærdi segði, at hann var farin úr bílinum, meðan hin maðurin og gentan fóru víðari við bilinum. Tá ið maðurin var komin aftur eftir honum, var eingin genta í bilinum, og maðurin segði, at hann hevði sett hana av. Síðani fóru teir báðir umborð á Polar Nanoq.

Ákærin Kolbrún Benediktsdóttir vísti á, at hann hendan frágreiðingin ikki samsvaraði við tað, sum tann ákærdi áður hevði sagt løgregluni, og tann ákærdi hevði onga frágreiðing um, hví DNA hjá Birnu Brjánsdóttir var funnið á skónum hjá honum. Tann ákærdi segði, at klórini á bringuni hjá honum komu av, at hann klóraði seg onkuntíð í svøvni.

Morgublaðið skrivar, at fleiri vitni hava síðani mótsagt ákærda, og teknisku prógvini hjá løgregluni siga eisini nakað annað, enn ákærdi sigur.

Rættarmálið heldur fram.



Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her