fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 5.6m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 15.02.2017 (09:08)

Birnumálið: Skuldsetti avhoyrast aftur í dag

Maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava tikið 20 ára gomlu íslendsku kvinnuna, Birnu Brjánsdóttir, av døgum, skal avhoyrast aftur í dag.

 

Tað veit íslendska kringvarpið, Ruv, at siga.

 

Hann er annars ikki avhoyrdur síðani fríggjadagin, men nú skal ákæruvaldið taka støðu til, um tey fara at heita á rættin um at lata mannin verða sitandi í varðhaldi, ella ikki. Hann skal aftur fyri rættin í morgin, tá ið støðaskal takast til um hann skal verða verandi í varðhaldi.

 

Enn eru endaligu úrslitini av teknisku royndunum og av líksýninum ikki komin greið enn, men tey eru væntandi í næstum, sigur Ruv.

 

Tann skuldsetti hevur ikki játtað seg sekan, men kanningarleiðarin vil ikki siga um hann beinaleiðis hevur noktað seg sekan, ella um hann bara ikki vil siga nakað yvirhøvur.

 

Birna Brjánsdóttir varð funnin deyð í fjørðini við Selvogsvita tann 22. januar, eftir at leitað hevði verið eftir henni í eina viku.

 

Løgreglan hevur staðfest, at hon varð dripin, og tað var rættiliga skjótt, at tey fingu illgruna til tveir av manningini á grønlendska trolaranum, Polar Nanoq. Teir vórðu varðhaldsfongslaðir, men síðani er annar leyslatin aftur, hann er tó framvegis skuldsettur í málinum.

 

Tað er greitt, at samand hevur verið ímillum menninar og Birnu Brjánsdóttir, tí kanningar hava staðfest, at hon hevði verið í bilinum, teir høvdu koyrt í, eitt nú fann løgreglan blóð í bilinum, har tað er staðfest, at tað er av henni. Hinvegin halda tey ikki, at nakað er hent henni, fyrrenn maðurin, sum síðani er leyslatin aftur, er farin úr bilinum, og umborð.

 

Somuleiðis eru samleikaprógv hjá Birnu Brjánsdóttir funnin umborð á trolaranum.