Bispur: Eg sigi einki enn

Tað hevur skapt rættiligt rok, at Bergur Debes Joensen, prestur, hevði eina umfatandi prædiku um synd og har ímillum nevndi samkynd, tey, sum taka fosturtøku, tey uppafturgiftu og so framvegis. 

 

Síðani hevur LGBT og Humanistafelag Føroya sent miðlunum eitt skriv, har frástøða verður tikin frá tí, sum prestur boðaði í Hesti. 

 

 

Eftir prædikuna kunnu vit sita eftir við teirri fatan, at hann gevur seg út fyri at vera tann moralski yvirmaðurin, halda tey í Humanistafelagnum.

 

 

 

Tey halda, at páhaldið um, at hjúnabandið skal vera tann stovnur, har børn verða sett í verðina og at hjúnabandið er hornasteinurin í okkara samfelag, krevja prógv. 

 

 

 

 – Vit vita at børn koma til í verðina óheft av hjúnabandinum, og at stovnurin í sær sjálvum, ikki er grundleggjandi fyri okkara samfelag, hóast hann er sambindandi, siga tey. Tey staðfesta eisini, at ein familja kann eisini vera óheft av hjúnabandinum.

 

 

 

Samstundis vísti prestur á, at ótrúskapur, samkyndleiki, fosturtøka og porno eru beinleiðis hóttanir ímóti hjúnabandinum.

 

 

 

– Tað er bæði ódámligt og óneyðugt av presti at fara eftir fosturtøkuni, tí prestur veit ikki, hvør støðan kann vera, sum fær eina kvinnu at fáa fosturtøku. Hetta kann fatast sum ein óneyðug roynd at raka samvitskuna hjá áhoyraranum, halda humanistarnir.

 

Men Jógvan Fríðriksson, bispur, hevur onga viðmerking til málið, hóast hann er andlitið hjá fólkakirkjuni. 

 

Hann avvísir tó ikki, at hann fer at hava eina hugsan um nakrar vikur, tá ið kærufreistin er av.