fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.3m/s

Leita á in.fo

Sólvit Nolsø 21.09.2017 (13:39)

Bispur: Kirkjan kjakast um samkynd

Jógvan Fríðriksson, bispur, er avgjørdur um týdningin av kirkjuráðvalinum, ið skal haldast í november mánaða í ár. Hann heldur tað verða av stórum týdningi, at limirnir í kirkjuni taka ábyrgd av kirkjuni, sum teir vara av, tí í grundini eru tað kirkjuráðini, ið mynda føroysku fólkakirkjuna og avgera hvat hon skal halda um ymisk viðurskftir. Tí skulu so nógv sum gjørligt koma á val.

 

- Eg haldi tað verða gott og neyðugt við eini høgari luttøku á valinum, tí annars verður kirkjan diktatorisk og tað skal ongantíð verða so. Tað skal ikki verða ein einstøk meining, mín ella nøkur onnur, sum skal verða avgerandi fyri fólkakirkjuna. Til dømis eg er ikki bispur bara fyri at fáa mína meining ígjøgnum. Eg eri bispur so leingi sum eg havi undirtøku fyri míni meingin, men tá tað ikki er tað longur, so eri eg í minniluta og tá eigur onkur annar at taka yvir. Tað er fólkaræði og tað eigur mann at virða, sigur Jógvan Fríðriksson.

 

Kirkjuráðini avgera hvussu kirkjan sær út

 

Jógvan Fríðriksson sigur, at føroyska kirkjan skal taka støðu til nøkur viðurskiftir komandi ár og tað hevur bispur lagt fyri kirkjuráðini at kjakast um. Tí væntar hann eisini, at fleiri fara at bjóða seg fram á valinum.

 

- Uppgávurnar hjá kirkjuráðini er millum annað at avgera fíggjarligu viðurskiftini í lokalu kirkjunum. Tey skulu eisini velja sær ein prest. Harumframt velja tey bisp og dómpróst. Tað vil siga, at tey avgera hvør myndar føroysku kirkjuna. Tì haldi eg, at kirkjuráðini hava størri makt enn nógv halda, sigur Jógvan Fríðriksson.

 

Millum annað verður eitt aðalorðaskifti næsta ár um samkynda giftu í fólkakirkjuni og hvat støða tess skal verða. Fyribils bleiv øll signing av borgarligum hjúnarbondum steðga í kirkjuni, men bispur vil hava, at tey lokalu feløgini geva sína meining til kennar.

 

- Í staðin fyri at eg standi við málinum um samkynda giftu, so koyri eg tað út til limirnar, har eg sigi við limirnar, at í komandi setu viðgera vit málið. Øll kenna mina áskoðan í málinum, men eg eigi ikki kirkjuna. Vit hava eina fólkaræðisliga skipan og tað vil eg virða við at fáa limirnar at siga sína meining. Tí hava vit ein stórfund millum kirkjuráðsliminir, har vit viðgera málið og so fer tað út til hoyringar hjá ráðunum kring landið, sigur Jógvan Fríðriksson.

 

Hann sigur, at eftir hansara metan, so eru tað fleiri, sum leggja nakað í fólkakirkjuna og hann vónar, at bæði vallistar og valluttøkan fara at endurspegla tað.

 

Vit hava eisini hægri luttøkutøl til okkara kirkjuráðsval enn okkara grannalond hava. Tí haldi vit í øllum førum, at fleiri eru góð við fólkakirkjuna, sigur Jógvan Fríðriksson.

 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her