Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 10.07.2018 (08:16)

Bjargaði sær í evstu løtu

Ein útlendskur bilførari, sum hevur verið í Føroyum og ferðast, fær eina heldur sjáldsama søgu at fortelja, tá ið hann kemur heim aftur, tí Føroyaferðin varð honum meiri spennandi enn hann hevði hugsað sær, at hon fór at vera.

 

Hann var farin, einsamallur í bili, ein túr ígjøgnum Sandavág, og fall fyri freistingini at fara eftir uppdyrkingarvegnum út ímóti Trøllkonufingri. 

 

Men tá ið hann kemur út á endan á vegnum, og skal venda, gongur galið. Løgreglan sigur, at hann bakkar út í grasið, niðanfyri vegin fyri at venda, men bilurin fór á glið. Og alt hann royndi at fáa bilin upp á vegin aftur, tess longri oman gleið hann.

 

– Bilurin gleið heilt oman á sjálva eggina, har hann steðgaði, beint áðrenn hann fór út av, sigur løgreglan. Tey siga, at steðgaði bilurin ikki á sjálvari eggini, hevði hann farið út av, og lúkst í havið.

 

Hann fekk ringt eftir hjálp, og sløkkiliðið har vesturi fór eftir honum og sleipaði hann upp aftur.

 

Løgreglan sigur, at maðurin var ómetaliga heppin, tí eingin visti av, at hann var farin tann vegin. So fór hann út av, hevði hann neyvan verið saknaður fyrrenn eina ferð, tey har heima funnu út av, at hann ikki var komin aftur í aftur.

 

Løgreglan heldur, at tað manglar kunning til ferðafólk, sum koma henda vegin, tí tað vísir seg ferð eftir ferð, at tey kom sær í óføri, tí at tey ikki kenna til viðurskftini, har tey fara.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her