fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.2m/s

Leita á in.fo

(AP Photo/Gerald Herbert)

Eirikur Lindenskov 13.10.2018 (23:02)

Bjargarar vænta fleiri deyð í orkan í Florida

Bjargingarfólk hava funnið fleiri hundrað av teimum fólkunum, sum vórðu saknað, eftir at ódnin Michael oyddi seg ígjøgnum útnyrðingspartin av Florida.

 

18 fólk eru deyð av ódnini. Myndugleikarnir rokna við, at talið av deyðum fer at vaksa.

 

Bjargingarlið hoyrdu grát og róp um hjálp, tá tey kannaðu ein kampingvogn, sum var kroystur í ódnini í Panama City.

 

Har vórðu fólkini bjargað. Tey høvdu verið gird í vogninum í tveir dagar, sigur Matthew Marchetti. Hann er ein av stovnarunum av CrowdSource Rescue, sum samskipar sjálvboðin bjagingarfólk í neyðstøðum.

 

Leitingin fer fram við at bjargingarlið við løgreglu og sløkkiliðsfólkum fara hurð til hurð og leita eftir bjargaðum.

 

Tey hava funnið fleiri enn 520 av teimum 2100 fólkunum, sum fráboðan er komin um, eru saknað, síðani ódnin rakti Mexico Beach mikudagin. Talan er um eina ta harðastu ódnina í amerikansku søguni.

 

– Vit rokna við, at talið fer at hækka í dag, sigur hann og leggur aftuar, at vónin er kyknað aftur, eftir at fleiri sjálvboðin hava meldað seg til um vikuskiftið.

 

So hvørt sum vegir verða ruddaðir til tess at lata bjargingarliðini sleppa framat, vætnast at deyðstølini hækka.

 

Tíðliga í morgun ljóðaðu boðini, at í minsta lagi 18 fólk vóru deyð í Florida, Georgia, North Carolina og Virginia.

 

Bjargingararbeiðið er trupult, tí streymurin er farin nógva staðni. Hundar verða brúktir og dronur til at leita eftir fólkum í leivdunum.

 

Í Callaway í Florida – ein serliga hart raktur býur – gera sjálvbodnir katolikkar hamburgarar til fólkið, og tað verður eisini býtt út vatn til fólkið.

 

– Eg eri heimleys, sigur 45 ára gamla Carla Covington, sum býr í økinum.

 

Hon vísir á, at tað kennist væl, at onkur er, sum stuðlar henni, men at tað eisini er hart.

 

– Eg eri von til at hjálpa fólki og ikki at biðja um hjálp, sigur Covington við skelvandi rødd.

 

Tropiska ódnin, sum í tveir dagar vaks seg upp í kategori fýra, legði heil grannaløg í oyði á vegnum.

 

/ritzau/Reuters


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her