Leita á in.fo

Soleiðis hugsar eigarin sær, at bygningurin fer at síggja út

Áki Bertholdsen 12.03.2018 (15:40)

Bjóða almennum stovni høli í Miðvági

Við hesi loysnini kann Sjóvinnustýrið longu um hálvtannað ár, flyta inn í ein stásiligan og góðan skrivstovubygning, sum í størsta mun er gjørdur og innrættaður eftir teirra tørv.

 

Tað sigur Jákup Sandberg Joensen, stjóri í Oilwind. Nú Løgtingið viðger eitt uppskot frá Poul Michelsen, landsstýrismanni, um at byggja ein nýggjan bygning til Sjóvinnustýrið, hevur Jákup Sandberg Joensen, bjóðað landsstýrinum at ogna sær bygningin hjá Oilwind í Miðvági ístaðin.

 

Har hevur Sjóvinnstýrið hildið til í fleiri ár, men máttu flyta, tí bygningurin var í so ringum standi. Stjórin í Oliwind viðurkennur, at tey hava ikki hildið sínar skyldur, sum útleigari, og tí er húsið ikki hildið. Men tað var tí, at felagið var í fíggjarligum trupulleikum. Men teir trupulleikarnir eru nú av, og felagið er munandi betri fyri aftur. Tískil bjóðar hann sær nú til at gera stórar ábøtur á bygningin, so at Sjóvinnustýrið kann fáa ein vakran bygning, sum er gjørdur eftir teirra tørvi.

 

Hann heldur, at hetta er ein bíligari, tryggari og skjótari loysn enn at byggja nýtt høvuðsæti til Sjóvinnustýrið. Vil Landsstýrið eiga bygningin, eru tey í Oilwind eisini sinnað at selja Landinum bygningin eftir at hann er gjørdur og umvældur. Talan skal vera um ein prís, sum partarnir avtala frammanundan, men sum ikki skal rindast fyrrenn húsið er liðugt.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her