Leita á in.fo

Myndina tók Erik CHristensen

Áki Bertholdsen 10.10.2018 (17:00)

Bjóða fólki nær og fjar til Vágs alla heystfrítíðina

Alla heystfrítíðina, sum er í næstu viku, skipa vágbingar fyri heystardøgum í Vági, har teir bjóða fólki nær og fjar vælkomnum til Vágs at njóta løturnar í heystfrítíðini, sum tey málbera seg.

 

Heystardagar byrja leygarmorgun, tá ið morgunmatur, sum er almennur og ókeypis, er í Billardhúsinum. Eftir morgunmatin verður ein nýggj standmynda av Tofta Regini avdúkað vesturi á Sandinum.

 

Skráin fevnir eisini um eina heimspremieru, tá italskur dokumentarfilmur um Suðuroynna verður vístur í Miðlatúni mánakvøldið. Annars er mangt ymiskt á skránni, eisini í Pálshøll, Marghøllini, í Kirkjuni, í Ruth Smith savninum, í Vágshøll, umframt ymskt annað. 

 

Seinnapartin hósdagin verður eitt serligt tiltak har tey eggja fólki til at lata bilin standa eina løtu, og heldur fara við súkkluni, ella til gongu.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her