Bjørg Dam verður býráðslimur í Havn

Nú Heðin Mortensen er vorðin landsstýrismaður, má hann samstundis leggja frá sær bæði tingsess og býráðssess í Tórshavnar býráð

Nú Heðin Mortensen er vorðin landsstýrismaður, má hann samstundis leggja frá sær bæði tingsess og býráðssess í Tórshavnar býráð.

 

Í hansara stað í Løgtinginum er Djóni Nolsøe Joensen longu komin. Hann misti fasta sæti, sum hann hevði fyri Henrik Old 1. oktober.

 

Næst á listanum hjá Javnaðarflokkinum til býráðsvalið í Havn er Bjørg Dam, sum tí nú fær fast sæti, so leingi Heðin Mortensen er í farloyvi. Og av tí at hann biðjur um farloyvi í longri enn tríggjar mánaðaðir, so tekur hon eisini við nevndarsessunum, sum Heðin Mortensen hevur. Eitt nú er hann limur í fíggjarnevndini, sum er politiskt sterkasta nevndin í Tórshavnar býráð.

 

Javnaðarflokkurin hevur fimm fólk í Tórshavnar býráð. Tey eru:

1

Heðin Mortensen

2.506

2

Tróndur Sigurðsson

676

3

Bjørghild Djurhuus

218

4

Helena Dam á Neystabø

145

5

Halla Samuelsen

143

 

Næst á listanum eru:

6

Bjørg Dam

137

7

Odd Færø

136

 

Bert ein atkvøða var á muni millum Bjørg Dam og Odd Færø. Og tað merkir, at Bjørg Dam nú fær fasta sessin hjá Heðini Mortensen í Tórshavnar býráð, meðan Odd Færø verður 1. varalimur og tí helst fer at møta í býráðnum av og á.

 

Løgtingsval verður áðrenn næsta býráðsval, sum verður í november í 2020. Um Heðin Mortensen ikki heldur fram í landsstýrinum, so tekur hann uttan iva við býráðssessinum aftur. Løgtingsval verður í seinasta lagi 30. august næsta ár.