fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 13m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 31.08.2016 (20:30)

Blíva við at keypa nýggjar bilar

Aftur hendan mánaðir vísa hagtølini, at vit innflyta fleiri nýggjar bilar í ár enn í fjør. Í august í ár komu 179 nýggir persónbilar til landið, í mun til 119 í fjør. Higartil í ár eru komnir 1453 nýggir bilar til landið. Tað er 214 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá 1239 nýggir bilar vóru komnir til landið fyrstu átta mánaðirnar.

 

Í august eru eisini fleiri nýggir vøruvognar skrásettir. Higartil í ár eru einans 21 fleiri vøruvognar skrásettir í mun til í fjør, men í august bara í august eru 14 fleiri nýggir vørubilar skrásettir. 

 

Annars vísa hagtølini, sum Akstovan umsitur, at vit keypa fyrst og fremst persónbilar (1453 nýggir skrásettir higartil í ár), vøruvognar (207 skrásettir) og viðfestisvognar (160 skrásettir). Í øllum hesum bólkum keypa vit fleiri í ár enn í fjør. Tað gera vit eisini innan prutl, neyðsendarakfør, hýruvognar og kampingbilar. Hinvegin keypa vit færri lastbilar í ár enn í fjør. Fyrstu átta mánaðirnar í ár eru 8 nýggir lastbilar komnir til landið í mun til 18 í fjør.