Bob Dylan til Danmarkar

Legendariska tónaskaldið verður at uppliva á Roskilde Festivalinum, upplýsir festivalurin í dag


Bob Dylan

Bob Dylan

Roskilde Festivalurin hevur gjørt eitt ordans scoop. Í dag kunngjørdi stóri danski festivalurin, at Bob Dylan verður at hoyra á ársins festivali. Legendariska amerikanska tónaskaldið skal spæla á appelsingula pallinum 3. juli, sambært festivalinum. 

 

Bob Dylan hevur í eitt mannaminni ríkað heimin við sínum hvassa penni og sigandi sangum, og hevur hann veruliga verið ein av avgerðandi oddamonnunum í heimsins tónleikasøgu. Úr rúgvuni eru sangirnir “Mr. Tambourine Man”, "Blowin' in the Wind" og “Like a Rolling Stone”.

 

Nógvir føroyingar vitja Roskilde Festivalin hvørt ár, so tað vera ivaleyst fleiri føroyingar, ið aftaná summarið kunnu erpa sær við at siga, at teir hava hoyrt Bob Dylan. Umframt Bob Dylan er Roskilde-plakatin prýdd við nøvnum sum Robert Plant, The Cure, Robyn og Travis Scott.

 

Hoyr lagið Mr. Tambourine Man her: