Bøndur ynskja sjálvir at menna ferðavinnutilboð

Partur av langtíðarætlanini í Saksun er, at Sunda kommuna fer at gera wc viðurskiftini betri og eina gøtu sum bindur býlingarnar við Svartá og Dúvugarðar saman. Til hetta skal ein brúgv gerast um ánna

Partur av langtíðarætlanini í Saksun er, at Sunda kommuna fer at gera wc viðurskiftini betri og eina gøtu sum bindur býlingarnar við Svartá og Dúvugarðar saman. Til hetta skal ein brúgv gerast um ánna

 

Bøndurnir í Sunda kommunu ynskja sjálvir at menna ferðavinnutilboð inni á teirra festijørð, og kommunan viðrir avgerð teirra, sum er í tráð við ferðavinnupolitikkin hjá Sunda kommunu.

 

Tað skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni. Mikudagin vóru bøndurnir í Saksun bodnir til fundar við Sunda kommunu um, hvussu ferðavinnan skal skipast í bygdini.

 

Kommunan skrivar, at tað er eingin loyna, at tað er ein avbjóðing at skipa viðurskiftini hjá teimum ferðandi í bygdini, og kommunan hevur í vár arbeitt miðvíst saman við bøndunum og menningardeildini hjá VisitFaroeIslands um at fáa eina loysn, sum øll kunnu góðtaka.

 

Festibóndurnir eiga sera stóran part av lendinum í bygdini og alt, sum kommunan hevur í hyggju at gera, verður tí gjørt í tøttum samráð við teir.

 

– Tað, at bøndurnir í Saksun nú miðvíst fara at arbeiða við at skapa ferðavinnutilboð í bygdini, er sera hugagott og kommunan fegnast um, at tey lokalu í bygdini ynskja at bjóða seg fram í ferðavinnu, skrivar kommunan.

 

Partarnir fara at skriva undir eina avtalu um, at kommunan kann ogna sær nakað av lendi fyri at víðka tað almenna rúmið í Saksun. Eisini fer kommunan at skelta í bygdini.

 

Kommunan hevur eina heildarætlan fyri Saksun, sum ferðavinnubygd sum kann lesast her.

 

Langtíðarmálini eru, at kommunan fer at gera wc viðurskiftini betur og eina gøtu sum bindur býlingarnar við Svartá og Dúvugarðar saman. Til hetta skal ein brúgv gerast um ánna.

 

– Alt í alt ein jaligur fundur, og hevur kommunan nú góðar vónir um, at Saksun fer at gerast ein væl skipað bygd tá tað kemur til ferðavinnu, skrivar Sunda kommuna.