Leita á in.fo

Mynd frá tiltakinum í fjør - Mynd: Rógvi Langgaard

Pætur Hjalmar Evensson 09.11.2018 (08:30)

Børn fara at kappast við robottum og tøkni

Í morgin verður árliga FIRST Lego League kappingin í Føroyum hildin í Føroya Tele í Hoyvík. Tá fara børn og ung at kappast við robottum, tøkni og alskyns uppfinnsemi, sum hevur við rúmdina at gera. Evnið er nevniliga Rúmdin.

  

Løgmaður, Aksel V. Johannesen, fer at seta kappingina klokkan 10, tá tólv lið úr skúlum og vinabólkum ymsastaðni úr Føroyum fara at kappast í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík.

 

FIRST Lego League kappingin er tann størsta av sínum slag í heiminum. Yvir 255.000 børn og ung í aldrinum 10 til 16 ár úr 88 londum hittast á einum av teimum næstan 1.500 tiltøkunum, sum verða fyriskipað kring allan heimin í ár. Kappingar í FIRST Lego League hava verið í Føroyum síðan 2006.

 

Endamálið við kappingini er at stimbra hugin hjá børnum og ungum til náttúru, tøkni og støddfrøði og at stimbra áhuga teirra at gerast t.d. verkfrøðingar og granskarar. 

 

Kappingin í morgin verður stroymað beinleiðis á Youtube allan kappingardagin, men fyrireikararnir boða frá, at øll eru vælkomin at koma til tiltakið ókeypis. Tú kanst stroyma kappingina leygardagin her.

Skráin:

Klokkan 7.45: Húsið letur upp fyri liðunum

Klokkan 8.30: Framløgur byrja

Klokkan 10.00: Setan við Aksel V. Jóhannesen, løgmanni

Klokkan 10.30: Framløgur og innleiðandi umfør byrja

Klokkan 12:50: Framførslur og matarsteðgur

Klokkan 13:30: Finaluumfør byrja

Klokkan 14.15: Finalan

Klokkan 14:20: Undirhald og dómarafundur

Klokkan 14:45: Steypahandan  


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her