Børn og ung brúka nú meira tíð á telefonini. Í miðal brúka ung ímillum 15-29 ár tríggjar tímar á telefonini hvønn dag.
Tey brúka telefonina mest til sosialar miðlar, sum Facebook, Snapchat og Instagram. Tað er ein trupulleiki í skúlanum. Tey brúka ov nógv telefonina í tímanum og duga ikki at hugsavna seg í tímunum.
Í nøkrum skúlum í Føroyum hava tey set forboð fyri at hava telefonir við í skúla. Í nøkrum skúlum í Amerika loyva tey næmingunum at sita við telefonini í tímanum.
Tey halda, at um næmingarnar vilja læra, so skula tey sjálvi velja, um tey vilja fylgja við, bara tey sita still, so er tað fínt.
Í dag brúka tey ungu sosialar miðlar til at samskifta við onnur og koma minni út ímillum onnur børn. Læknar siga, at børn skulu ikki vera framman fyri einum skíggja í meira enn ein tíma um dagin.