Leita á in.fo

Gerhard Lognberg 10.01.2019 (13:54)

Bókin hjá Sjúrður Skaale?

Eg fekk bókina “Skerpikjøt” frá tveimum langabbasynum Julian og William. Henda var ímillum nógvar aðrar jólagávur eg fekk, oftast er tað bøkur.

 

Eg byrjaði við hesi bókini, sum sjúrður sjálvur skrivar, so er bókin prøvokerandi. Tá eg kom til síðu 61 og 62 viðgjørdi Sjúrður meg nakað, tí føli eg meg, hava rætt til at viðmerkja.

 

 

Disiplin og Trúvirði

Tað setti seg í rangastrupan, tað at Sjúrður nevnir disiplin og trúvirði. Tað er ótrúligt sum summi eru framlig. Kom beinanvegin at hugsa um Sjúrð, sum embøtismann í Tinganesi. Nei Sjúrður, so lætt gloyma fólk ikki , har setti tú eld í, men sat fittur og helti vanga í nóg ár og lat onnur líða.

 

 

Kannar tú ikki áðrenn

Tú sigur, ímillum annað, at grundin til at eg varð koyrdur úr flokkinum var, at eg ofta atkvøddi ímóti flokkinum, hetta er hálvur sannleiki.

 

Tað vóru onnur í flokkinum, sum atkvøddu ímóti, helst líka nógv sum eg.Eg plagdi at siga Jóanes Eidisgaard frá, um eg atkvøddi ímóti, men alt hatta er farið, eg føli meg ikki at hava nakrar óvinir í flokkinum ella í tinginum.

 

Men nú tú, Sjúrður, rør aftur áftur.

 

 

Smiðirnir til missálitið

Hvør var hann? Jú, vit vóru tveir tingmen, sum atkvøddu ímóti misáliti á Kaj Leo Jóhannesen! Hví gjørdi eg tað, jú, Kaj Leo var kanppuliga blivin ein eldsál fyri Sandoyar Tunnilinum. Fyri tað næsta havi eg ongantíð kunna tolt hasi misálitini, tí sum regul eru tey hamrandi ótættvís.

 

Hví kom misálit á Kaj Leo Holm Johannesen! Jú, Sjúrður Skaale kom spakuliga inn ígjøgnum bakdyrnar í løgtinginum í besta “Pipar og Salt”-stíli, helti vanga. Eg minnis at hann fór at tosa við Aksel. Hesin var ósikkur, hetta bleiv so evnið ígjøgnum dagin. Fólk vóru ikki heit fyri hesum, Sjúrður hann fekk sín vilja.

 

Eg minnist at Sjúrður spurdi meg, hvat eg fór at avkvøða, eg segði honum, at eg fór at atkvøða ímóti. So helt hann, so hevði eg heldur farið suður, um eg var tú, men tað gjørdi eg ikki, mær dámar ikki at flýggja undar ábyrgd.

 

Jú, soleiðis kláraði hetta vilsta barnið úr Tjóveldi at manipulera.

 

Hann fór úr Tjóveldi, eg kundi eisini farið úr Javnaðarflokkinum, tað vildi eg ikki, tí tá hevði eg sviki veljararnar. Hvat er munurin Sjúrður.

 

Feløgini kravdu Gerhard út, hetta havi eg hoyrt viðmerkjara sagt í miðlunum. Hetta er so ikki meira enn hálvur sannleiki Sjúrður. Eg minnist at eg kom inn til ein nevndarlim í Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag, í Skopun, hann sigur við meg at formaðurin í lokalfelagnum hevði verið á tveimum loynifundum við Aksle og starvsnevndina fyri at felagini skuldu gera tað skitna afbeiði. Helst var tú ein av spunasmiðunum, tí tað dugdi tú til fulnar, sum emætismaður.

 

Síðan skuldi ein triðji fundur verða í grannabygdini, eisini hemmiligur fyri mær. Men tað beliv ikki, eg bleiv stuðlaður fult út í Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag, og tað eri eg takksamur fyri.

 

 

Losjumafian stóð aftanfyri Sjúrða Skaale, tað var har kamparnir vóru. Eg skilti ongantíð hasi fólkini, og tey ikki meg. Eg kann enn vakna í dreym við marruni og halda meg vera í Losjuni, ein ring tíð. Tað vóru nøkur fá, sum møttu har, Sverri Midjord, sáli, plagdi at siga við meg, hald teg vekk frá Losjuni!

 

 

Jú, Losjufólkini stemmaður meg út

So sigur Sjúrður, at tað var neyðugt fyri disiplisinssøk. Hevur nakar hoyrt so galið. Tað hevur verið morð í Javnaðarflokkinum síðan vit báðir heilsaðust uttan fyri Losjuna. Tú helt, Gerhard hetta var ikki gott. Jú Sjúrður, tað var gott

 

Sjúrður sigur at Gerhard mátti út. Sjálvsagt mistu vit nakrar stemmur, men fólk skiltu væl støðuna hjá Javnaðarflokkinum, tað sigur tjóveldisavhopparin, sum fekk fríðarskjól í einum, meira vinarligum, flokki, har tolsemi er í hásæti!

 

Stórsta kupp fyri Suðurøkið var, at eg, Gerhard Lognberg, bleiv koyrdur úr flokkinum. Øll vistu hví eg bleiv koyrdur út, grundin var Sandoyar Tunnilin..... Sum Javnarðarflokkurin, eisini Tjóðveldi, vóru hart ímóti. Síðan tey etisku málini, har eg var mangan mælskur og ikki at gloyma arbeiðararørsluna, sum eg førdi fram.

 

Eg varð koyrdur úr flokkinum 2. november 2013. Longu ein mánað seinni kallaði táverandi løgmaður til fundar úti í fíggjamálaráðnum, evnið var Sandoyar Tunnilin.

 

Longu 1. februar í 2014 skrivaðu flokkarnir á tingi undir avtalu um tunnilin, tá var Javnaðarflokkurin við, teir royndu at fáa stemmurnar aftur úr Sandoynni.

 

Teir, sum skrivaðu undir vóru:

Kaj Leo, Sambandsflokkurin

Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin

Aksel Johannesen, Javnaðarflokkurin

Jenis av Rana, Miðflokkurin

Kári P. Højgaard, Sjálvstýrisflokkurin

Gerhard Lognberg, uttanflokka

 

Annars legði eg sjálvur uppskot fyri tingið, at gera Sandoyar Tunnilin, eg mátti úr Løgtinginum, at skaffa mær hjálp til nevnda uppskot og mátti gjalda tað úr egnum lumma. Tað var framlagt 23. august í 2007.

 

Tá eg læs síðu 38 mundi eg dottið um rygg. Sjúrður Skaale tosar um, at Sambandsflokkurin royndi at súgva 200 milliónur afturat úr Danska Landskassanum

 

Góði Sjúrður

Tú má hava etið pappseym.

Eingin hevur sæð meira enn føturnar á tær, sum tú hevur ligið og kraddað úr Danska Landskassanum, til tær ríkastu kommunurnar í Føroyum, tað mátti ikki sømt seg hjá einum Tjóðveldis-avhoppara.

 

Annars hoyrdi eg Sjúrð siga einaferð, at ein skúlaflokkur hevði eggja honum at stilla upp fyri Tjóveldi. Í bókini sigur tú, at ein sambandsmaður úr Nolsoy lokkaði teg, at stilla upp til Fólkatingið. Sjúrður, hvør hevur so lokka teg at kradda pengar úr Danmark, til tær stóru ríku kommunurnar í Føroyum. Hetta er øvugtur “Robin Hood politikkur” av einum javnaðarmanni.

 

Góði Sjúrður, eg eri ordiliga stoltur, at tú tímur at skriva um meg, eg veit at vit báðir eru væl, men ikki bara skriva bøkur fyri at skaffa stemmur til Javnaðarflokkin, tað skal eisini vera sannleiki.

 

Ella endar tú sum Aksel, flest fólk grótu tá hesum helt nýggjársrøðuna, og tosaði um um næstakærleika, tolsemi og at síggja frameftir. Men áðrenn flestasteikin var sornað, var tann næsti vargurin avtikin í Javnaðarflokkinum.

 

Annars eitt av Harranum signað nýttár til tín og tína familju.

 

 

Heilsan.

Gerhard Lognberg,

fyrrverandi javnaðartingmaður


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her