Bollarnir til USA

Væl umtókti føroyski a capella-bólkurin, Bollarnir, fara aftur í ár á uttanlandsferð.

 

Hetta er vorðið ein afturvendani siður hjá teimum 10 mannligu sangarunum í Bollunum.

- So í heyst fara Bollarnir, eins og undanfarin ár, út um landoddarnar at framføra, venja nýtt tilfar og lada upp til komandi sesong, skriva teir á Facebook-vanga sínum.

 

Í ár gongur leiðin til eysturstrondina í USA, har teir skulu leita sær íblástur í millum annað New York og á Broadway.

- Vit verða í Reykjavík 26. september og í New York frá 27. september til 2. oktober, og sum altíð tá vit eru uttanlands, kunnu tit biðja Bollarnir koma á gátt til eina heimakonsert e.l. Skriva í innbakkan ella finn okkum onkrastaðni á Broadway, skrivar bólkurin.