Borg er kosið Ársins XL-BYG

Ársins XL-BYG Byggibúð 2017 er júst kosin á einum stórum tiltaki í kendu byggiketuni. XL-BYG BORG í Føroyum fekk tann mæta heiður at fáa heitið. Handilin bleiv heiðraður við einum kekki áljóðandi kr. 10.000 og einum flottum heiðursprógvi sum váttan uppá 1. plássið.

 

Hvørt ár samlast eigararnir av størstu byggiketuni í Danmark og Føroyum, XL-BYG, og kjósa avíkavist ársins byggibúð og ársins handverkarabúð. Valið er grundað á nakrar mátingar av handlunum í ketuni, har góð kundatænasta, faklig ráðgeving og harafturat eitt kundavinarligt umhvørvi er partur av tíðandi parametrinum.

 

Vit eru sera stolt av at verða tilnevnd til Ársins Byggibúð í XL-BYG.

 

Okkara mál er lutvíst at hava bæði breitt og gott vøruúrval til kappingarførar prísir, og at vera dugnalig til fakliga ráðgeving og kundatænastu.

 

Okkara dugnaligu og trúføstu starvsfólk hava gjøgnum árini arbeitt hart hvønn dag og gera tað við skili. Kjósanin til Ársins Byggibúð millum okkara nógvu dugnaligu starvsfelagar í XL-BYG ketuni vísur, at tað er eydnast, sigur stjóri og eigari í XL-BYG BORG, Rodmundur Nielsen.

Ein stór tøkk til ketukontórið fyri gott samstarv

 

Sum prógv fyri tað flotta heitið, vil ein sýnislutur við einum gyltum hamara prýða handilin. Starvsfólkið verður eisini á ein hóskandi hátt fagnað.

Tað er fult uppiborið, tí starvsfólkini eru jalig og geva seg av fullum huga og í tí dagliga er tað, sambært stjóranum, hetta sum skapar gróðrarlendi fyri eina góða ráðgevingarmentan, gott samband til kundan harafturat ein væl virkandi handil.

 

Heitið sum Ársins Byggibúð í XL-BYG ketuni er ein týdningarmikil viðurkenning til okkara dugnaligu starvsfólk, sum hvønn dag leggja nógva orku í handilin fyri at veita góða tænastu til allar okkara kundar í lokaløkinum og runt um í landinum, sigur Rodmundur til seinast.