Borg keypt Havnar Timburhandil

Keypsprísurin er loyniligur

Timburhandilin Borg boðar í kvøld frá, at teir hava keypt Havnar Timburhandil. Borg yvirtekur handlarnar og virksemið hjá Havnar Timburhandil 1. januar, treytað av at kappingareftirlitið góðkennir keypið. Boðað verður samstundis frá, at keypsprísurin er í trúnaði.


- Báðar fyritøkurnar samstarv í dag við XL-Byg, og hava á flestu økjunum sama vøruúrval. At tað framyvir er sami eigari, vil vera við til, at tað gerst lættari fyri viðskiftafólkini at keypa í Borg, óansæð hvar tey eru stødd. Borg fær við víðkanini fleiri rakstrarfyrimunir, sum koma viðskiftafólkunum til góða, skrivar Borg millum annað í tíðindaskrivi um keypið.


- Tað er sjálvsagt nógvar hugsanir aftanfyri eina avgerð, um at selja eina fyritøku ein er vaksin upp í - bæði samfelagsligar og fíggjarligar, og ikki minst persónligar, sigur Heini Fosaa sambært tíðindaskrivinum og lagt verður afturat.


- Eftir 26 ár í stjórastólinum og seinastu 13 árini sum eigari, er tað sjálvandi við sorgblídni, at eg sigi farvæl við mínar starvsfelagar og viðskiftafólk, men eg eri sannførdur um, at Borg fer at reka fyritøkuna á ein hátt, soleiðis at øll fáa gleði av henni. Eg vóni, at viðskiftafólk Tórshavnar Timburhandli taka væl ímóti Borg sum eigara, verður Heini Fosaa endurgivin fyri at siga.