Borgarin fer aftur til fiskiskap

Skaðin, sum Borgarin fekk í morgin, er ikki størri enn so, at hann loysir av Havnini aftur í dag. Tað váttar Hanus Hansen, reiðari, fyri Miðlahúsinum.

 

Borgarin sigldi á grótkastið á veg inn á Havnina í morgun, og tí máttu kavarar niður at kanna, um skrokkurin hevði fingið skaða.

 

Les eisini Borgarin rendi seg fastan

 

- Teir sóu, at máling var skavað av onkustaðni, men annars var eingin skaði komin á skipið. Tí er einki í vegin fyri, at skipið fer til fiskiskap aftur beinanvegin, sigur Hanus Hansen.

 

Borgarin var á veg til makrelfiskiskap við Hetland, tá teir fingu maskintrupulleikar og vendu aftur til Havnar. Komnir inn móti molanum, fer skipið eystanfyri boyuna, sum vísir, hvar innsiglingin nú er, meðan Tórshavnar Havn verður útbygd. Úrslitið var, at skipið bar við grótkastið, sum nú liggur á vágni.

 

Hanus Hansen sigur, at maskintrupulleikin heldur ikki vísti seg at vera álvarsligur og tí er skipið klárt at halda leiðina fram til Hetlands.