Borgarin rendi seg fastan

Vita ikki, hvussu stórur skaðin er

Í morgun rendi Borgarin hjá JFK seg fastan í innsiglinini til Tórshavnar Havn. Borgarin skuldi á makrelveiðu við Hetland, men trupulleikar í maskinrúminum gjørdu, at teir valdu at sigla inn á Havnina at loysa teir fyrst.

 

Tá teir skuldi sigla inn á Havnina, fóru teir skeivu megin boyuna, sum vísir, hvar grótið til nýggju havnaútbyggingina verður slept. Borgarin valdi at sigla eystanfyri boyuna, við tí úrslitið, at teir rendu seg fastar.

 

Sambært fólki, sum sóu hendingina, stóð skipið fast eina góða løtu, áðrenn tað við egnari kraft megnaði at koma av aftur.

 

Borgarin liggur nú á molanum.

 

Hanus Hansen, reiðari, sigur, at Borgarin ikki rendi seg fastan, men at teir høvdu borið við okkurt á veg inn á Havnina.

 

Froskmenn skulu tí niður at kanna, um nakar skaði er og um so er, hvussu stórur hann er. Enn torir hann ikki meta um, hvørja ávirkan hetta fær.