Leita á in.fo

Mynd: Bárður Jensen / Vorn.fo

Hallur av Rana 14.09.2018 (11:45)

Borgarin verður sleipaður heim

Brimil er í løtuni á veg aftur til Føroyar við trolaranum Borgarin upp á sleip. Uppsjóvarskipið sendi boð eftir hjálp í gjár, tá trolið kom um skrúvuna. Tá var Borgarin til fiskiskap norðanfyri Føroyar.


- Borgarin var norður móti altjóða sjógvi norðanfyri, tá teir fingu um skrúvuna. Brimil kom til teirra klokkan fimm í nátt og verður Borgarin nú sleipaður aftur til Føroyar. Í løtuni eru teir 100 fjórðingar úr landi, verður upplýst úr Vørn.


Borgarin verður sleipaður til Kollafjarðar og væntað verður, at skipini koma fram klokkan níggju í morginári. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her