fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 9.3m/s

Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 10.01.2019 (08:20)

Borgarstjórar stríðast: – Annika ryggsvimur

Borgarstjórin í Havn ryggsvimur í spurninginum viðvíkjandi bústaðarneyðuni, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri og løgtingsmaður

 

– Eg veit, at Annika Olsen var góður svimjari, men eg minnist ikki, um tað var í ryggsvimjing ella í aðrari grein. Men í spurninginum viðvíkjandi bústaðarneyðuni er týðiligt, at her verður gjørd ein roynd at ryggsvimja.

 

Tað sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík og løgtignsmaður. Hann heldur, at út frá útsøgnum hjá Anniku Olsen í almenna orðaskiftinum um bústaðartørvin hevur higartil verið púra greitt, at hennara áskoðan hevur verið, at ein kommuna als ikki skal taka nakran lut í nakrari íbúðarbygging. Tað var, sambært henni, beinleiðis skeivt og kappingaravlagandi.

 

Les eisini: Vit byggja leigubústaðir við ella uttan Betri

 

– Nú, nakrar krákumánaðir seinni, er hon, vísandi til hetta seinasta aftursvarið til mín, tíbetur komin á aðrar tankar, og vil nú, at kommunan fer í gongd við bústaðarbygging saman við vinnuni. Tað ljóðar sum ein kúvending, heldur hann.


Les eisini: Annika Olsen hevur lagt eina køvandi hond yvir bústaðarneyðina

 

– Eg veit ikki, um Annika Olsen ikki hevur fylt við í kjakinum um leigubústaðir, tí sum løgtingsmaður havi eg longu lagt uppskot fyri Løgtingið um at geva kommunum størri heimildir at byggja íbúðir saman við vinnuni. Ikki bert íbúðir til ein bólk av fólki, men heldur til allar aldursbólkar, og har bústaðarneyðin er størst. Tí havi eg nevniliga tikið ábyrgd heldur enn at spælt bóltin víðari til nakran annan.

 

Jógvan Skorheim heldur, at íbúðarneyðin má loysast.

 

– Mín grundleggjandi hugburður er, at um tað ikki verður umvegis kommunurnar saman við vinnulívinum, so verður tað ikki loyst. Amboðið til at loysa tørvin er ymiskur, alt eftir hvar í Føroyum tú ynskir at búgva. Tí er tað eisini umráðandi, at bústaðarmynstrið avspeglar júst tað lokalsamfelagið og ynskini, ið borgarin hevur júst á tí staðnum. Bústaðarmynstrið í Føroyum er broytt nógv seinastu árini, og tí skulu heimildirnar til kommunurnar eisini broytast tilsvarandi. Tað vóni eg, at eg og Annika kunnu vera samd um, tí tað er neyðugt, um vit sum samfelag skulu basa stóra tørvinum á bústøðum, skrivar Jógvan Skorheim.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her